Millum glasur og myrkan himmal

Súsanna Sørensen, deildarstjóri, VisitFaroeIslands
---------

Eru Føroyar gráar, keðiligar og brúnar? Ella eru tær frískar, bláar og grønar? Hetta er ein týdningarmikil spurningur at seta sær, tá vit skulu gera eina marknaðarføringsstrategi fyri Føroyar. Í hansara kronikki 15. juni hevur journalisturin Fróði H. Knudsen eina greiða fatan av, hvussu vit skulu marknaðarføra Føroyar. Í hansara hugaheimi skulu vit bara vísa grøna grasið, sprottin trø og blómur og bláa himmalin. Hetta nýtist ikki at verða einasti og rættasti mátin.
Fyri stuttum vitjaði Laurie S. Fulton, amerikonsk sendikvinna í Danmark, Føroyar. Møguleikin at uppliva allar árstíðirnar sama dag stendur eftir sum hennara sterkasta minni úr Føroyum. Sama boðskap høvdu amerikonsku myndafólkini, sum herfyri vóru í Føroyum í sambandi við eina bók um Guðrun&Guðrun. Hesar útsagnir eru kjarnan í einari marknaðarføringsætlan av Føroyum sum ferðafólkaland: Nevnliga at Føroyar eru eitt eldorado av mótsetningum.
Útlendsk ferðafólk verða drigin av skiftandi ljósinum, sum sermerkir Føroyar. Av mótsetningunum millum Føroyar og umheimin, millum dynamiska høvuðsstaðin Tórshavn og friðarligu, smáu bygdirnar, millum modernaða lívsstílin við sushi, cocktails og caffé latté til seiðaberg, seyðahald og føroyskan dans ella millum sól og summar á Leynasandi og kensluna av at vera eitt við náttúruna niðri við sjóvarmálan við bergtakandi brimi.
Hesar mótsetningar gera okkum serstøk. Og júst hetta skulu vit selja. Leggja vit okkum eftir bara at selja glansbílætið, hvørvur møguleikin at marknaðarføra mótsetningsfullu Føroyar. Tí eiga vit at seta spurning við grundgevingarnar hjá Fróða H. Knudsen. Hann vísir til heimasíðunar hjá Hetlandi og Akureyri sum fyrimyndir. Heldur enn at gera tað, sum hini gera, eiga vit at finna okkara egnu rás. Hetta er eisini í tráð við frágreiðingina hjá Simon Anholt um kappingarsamleika Føroya, har hann slær fast, at ”the biggest challenge in tourism promotion is standing out from the crowd.”
Okkara málbólkur eru fólk, sum koma til Føroyar fyri at uppliva okkara dragandi náttúru og mentan, samstundis sum tey hava møguleikan at royna tilboðini í okkara modernaða høvuðsstaði . Umframt verandi málbólk, arbeiða vit miðvíst við at víðka um málbólkin.
Í síni viðgerð av marknaðarføringini av Føroyum sigur Fróði H. Knudsen, at vit selja tað, vit ikki hava. Síðan finnur hann nøkur tekstbrot í fyrsta partinum av heimasíðuni, sum undirbyggja hansara sjónarmið. Vit eru samd um, at hesi tekstbrot skulu betrast og vit fáa nøkur fín dømi uppá, hvussu tað kann gerast.
Um Fróði H. Knudsen hevði farið víðari inn á heimasíðuna (www.visitfaroeislands.com), hevði hann funnið tekstir, sum fortelja um alt tað, vit eru. Tekstir um list, mentan, fulglalív, arkitektur, Tinganes osfr. Umframt hesar lokkandi tekstir kann tann vitjandi síggja, hoyra og uppliva Føroyar gjøgnum myndir, ljóð og filmar. Heimasíðan skal verða staðið, har útlendsk ferðafólk fá allar neyðugar upplýsingar um fjølbroyttu upplivingarnar, gistingarmøguleikarnar og matstovurnar í Føroyum og kunnu koma í samband við útbjóðararnar . Vit hava lagt okkum eftir, at litirnir á síðuni og á myndunum skulu vera klárir, sterkir og sevjumiklir og ikki myrkir, brúnir og avsvidnir, sum lesarin av kronikkini í Dimmalætting annars fær fatan av.
At enda vil eg takka Fróða H. Knudsen fyri eina áhugaverda kronikk. Tað er gott og neyðugt at fáa eitt íkast til kjakið um marknaðarføringina av Føroyum sum ferðafólkaland. Áhaldandi kjakið skal tryggja, at vit, sum varða av ferðavinnuni, eru tilvitað um hvønn boðskap, vit senda.