Millum gamalt gamalt og nýtt gamalt

Bilar, húkar, hestavognar, violinir, Regin Debess, Kirkjubøstólar og rúnasteinar. Hetta eru nakrir av lutunum, ið eru at finna á Føroya Fornminnissavnið í Hoyvík, har vit hava fylgt Regini Debess, savnslærara, ein heldur serligan arbeiðsdag. – Áhugi fyri framtíðini gevur áhuga fyri fortíðini, heldur Regin Debess uppá

Á veg inn í kaffistovuna síggja vit gamlar lutir. Men komnir inn í kaffistovuna, er hon sum flestar aðrar.

Vit eru til arbeiðis við Regini Debess, sum er savnslærari á fornminnissavninum í Hoyvík, og beint nú er ein lítil fundur, har hann og hjálparfólkini fyrireika dagin inni á savninum, sum í løtuni er eitt sindur serligur. Tí tað er nevniliga savnsfagnaður, og roknast kann við, at eini 200 børn vitja savnið hendan hósdagin 15. oktobur.

Av útbúgving er 57 ára gamli Regin Debess fólkaskúlalærari og hann sýnist vera í essinum, nú klokkan nærkast ellivu, og ein rúgva av børnum koma at vitja savnið.

– Grava. Dugir tú at píska róma?

Ein ljóshærdur drongur um átta ára aldur lesur stóra skeltið við inngongdina. Hann er á savnsfagnaði við ommu síni.

Men vit vitja ikki bara savnið. Vit vitja Regin Debess. Sum nú tosar við ein mann um viðlíkahald av nøkrum fornlutum.


Áhugin liggur í framtíðini

Men hvat er so spennandi við at arbeiða á fornminnissavninum, har tað einasta nýggja, sum hendir, er tá okkurt er blivið gamalt og verður ein nýggjur gamal lutur á savninum.

– Tað er altíð samanhangurin. Við fortíðini síggja vit framgongd og framtíð, og tí kunnu vit siga, at áhugi fyri framtíðini gevur áhuga fyri fortíðini, heldur Regin Debess uppá.

Hann byggir hetta út við at greiða frá, at tað er ein spurningur um at kenna aftur. Og ein orsøk til, at føroyingar fáa so nógv burturúr fornminnum, er at vit kenna so nógv aftur.

Men hvørjum fær Regin Debess mest burturúr?

– Eg virðismeti alt á savninum. Alt hevur eina søgu. Tað er skjótt at hugsa, at Kirkjubøstólarnir eru tað størsta, ella eru teir tað? Bátarnir fylla meira, og soleiðis kunnu vit blíva við.

– Neytakonurnar, handverkararnir og húkarnir hava sanniliga eisini nakað at siga, greiðir Regin Debess frá, nú vit aftur síggja dreingin, sum hevur sand millum fingrarnar.

– Mann kann siga tað gongur væl.

Hann hevur grivið í einum sandkassa, og hevur funnið eina rúgvu av lutum, sum er ein partur av savnsfagnaðinum.


Violin hjá Nólsoyar Páll

Millum lutirnar í eini montru eitt vet longur burtur hanga tvær violinir, sum sambært Regini Debess veruliga lýsa, hvussu fjølbroyttur hvør einasti lutur á savninum er.

– Hesar átti Nólsoyar Páll. Og tá eg greiði frá teimum, kann eg velja so øgiliga nógvar ymiskar søgur. Eg kundi millum annað greitt frá violinum, tónleiki, Nólsoyar Pálli, upplýsingartíð og Napoleums kríggi, og soleiðis er við flestu lutunum. Spurningurin er bara, hvør móttakarin er.

Fyrr nevndi pilturin kemur trampandi framvið. Omman deilir eitt vet um ikki at trampa, men savnslærarin er fangaður av at greiða frá og letst ikki um vón.

– Men størsta avbjóðingin í starvinum sum formidlari á savninum er at kenna sína fjøld. Tað eg fortelji út frá einum luti, má altíð greiðast frá eftir teimum, sum lurta. Eru tað børn, so má mann vera øgiliga konkretur og helst fortelja okkurt við nógvum hendingum. Eru tað hinvegin eldri fólk og lærd fólk, so kann mann brúka meira humor, tosa meira um teori og seta ting í samband við mentan og tíð. Og fyri ikki at tala um, tá tað eru útlendingar úr fjarum londum, sum ikki vita hvat víkingar eru fyri nakað, greiðir savnslærarin frá, sum eisini hevur nógvar aðrar uppgávur.


Teknikkur hjálpir

Vit standa við fleiri ovnar, sum eru settir, so vit síggja menningina í tøkni. Torv og hitapumpur. Í sama rúmi, frá tí elsta til tað yngsta.

– Vit kanna regluliga, hvat rørist í fakinum. Bara viðvíkjandi tí tekniska hendir so øgiliga nógv, so har fylgja vit við, hvussu vit betri kunnu verja lutirnar og fáa teir at síggja betri út. Tað hevur í veruleikanum nógv meira at siga, enn hvat fólk halda.

Pilturin stendur nú við eina modernaða rógvimaskinu niðri við gomlu árabátarnar og greiðir øðrum børnum frá. Beint við – ímillum ein gamlan hestavogn og ein minni gamlan bil – er Regin Debess, savnslærari á Fornminnissavninum. Men nú eru boð eftir honum. Blýantar skulu spískast til børnini, sum loysa uppgávur í samband við savnsfagnaðin, og Regin sleppir sær til verka.


Sitat:

– Eg virðismeti alt á savninum. Alt hevur eina søgu. Tað er skjótt at hugsa, at Kirkjubøstólarnir eru tað størsta, ella eru teir tað? Bátarnir fylla meira, og soleiðis kunnu vit blíva við

Regin Debess


Myndatekstur: Regin Debess hevur seinastu átta árini starvast millum ordiliga gomlu og sindur gomlu lutirnar á Føroya Fornminnissavnið.

Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir


Faktabox

Navn: Regin Debess

Arbeiðspláss: Føroya Fornminnissavnið

Starv: Savnslærari

Besta við starvinum: At sleppa at fortelja søgur

Ringasta við starvinum: At gera pappírsarbeiði, sum greiðir frá, hvat mann veruliga hevur gjørt

Størsti dreymur við starvi: At fáa eitt verulig tjóðsavn og gera formelt samstarv við fólkaskúlan

Størsta frambrot: Í 2002, tá millum annað Kirkjubøstólarnir komu aftur úr Danmark

Starvstíð: 8 ár á Fornminnissavninum

Lívsstarv: Ivasamt

Starvsfólk: 15 til samans á Føroya Fornminnissavnið, men 10 onnur hjálpa til við Savnsfagnaðinum

Sett á stovn: 1952

Staður: Brekkutún 6 í Hoyvík

Stjóri: Andrass Mortensen