Lagt verður upp til eitt lívligt og serstakt dansikvøld í Klaksvíkar Klubba í kvøld. Millum Frændur spæla - Eitt stuttligt kvøld, vit øll høvdu har, men klokkan tólv byrjar ballið!
Millum Frændur fara á miðnátt at lata lokið av sangskattinum og bjóða øllum jólagestum at syngja og dansa við til heimagjørdar slagarum, góðar country sangir og vakrar balladur, afturvið yndisligum klavertónum.
Tað eru kenningarnir úr Frændum, Steintór Rasmussen og Rani Nolsøe, umframt bleiktrandi stjørnurnar, Hallur Joensen og Pætur við Keldu, sum ta myrkastu nátt á árinum fara at tríva í nakrar av teimum bestu, sum teir eiga og duga.
- Jú, vit fara at hugna okkum og syngja jólini inn, sigur Steintór Rasmussen, frændi, sum sjálvandi fegnast um, at gestirnir eisini sleppa at hoyra Hallur Joensen í stórformi, júst heimkomin úr Nashwille.
- Bæði Hallur og Pætur hava sungið og spælt í Frændur, Hallur í 1985 og Pætur hesi seinnu árini. Vit kennast allir, men hetta er fyrstu ferð at júst hendan manningin er á palli saman. Og tað verður ivaleyst eitt stuttligt og hugnaligt fríggjakvøld nú tey flestu hava fingið frí og eru í góðum jólahýri.