Ímillum Bíbliuna og kókibókina

Tann fyrsta fullfíggjaða Fyrstuhjálparhandbókin á føroyskum er nú komin á gøtuna. Ætlanin er at geva vegleiðing um viðgerð av teimum vanligastu skaðunum, sum fólk fáa eftir óhapp og vanlukkur

Føroyingar kunnu nú nema sær kunnleika um fyrstuhjálp á føroyskum máli. Tann fyrsta bókin av sínum slag sá dagsins ljós týsmorgunin.
? Tann, sum hevur verið vitni til eina vanlukku ella hevur verið partur í eini slíkari, veit av royndum, hvussu skelkandi ein slík uppliving er; afturat hesum kemur tað ráðaloysi, sum ofta valdar í slíkum umstøðum, tí ongin rættiliga veit, hvussu berast skal at, áðrenn serkøn hjálp kemur á staðið, sigur Richard Schwartson, farmaceuter, ið hevur týtt bókina úr enskum.
? Tað, sum eyðkennir eina vanlukku, er, at eingin er fyrireikaður til tað, sum hendir, eingin hevur neyðuga førleikan at hjálpa, og ofta skulu skjótar avgerðir takast, og hjálp veitast teimum løstaðu, inntil serkøn hjálp kemur fram, sigur týðarin. Endamálið við bókini er at brynja vanlig fólk til at veita hjálp, tá fólk hava fingið skaða.
Ætlanin við bókini er eisini, at hon skal vera ein eggjan hjá fólki at fara á skeið í fyrstuhjálp. Tað er nevniliga ikki altíð nóg mikið bert at lesa sær kunnleika.
Útgevararnir siga skemtandi, at ætlanin er, at bókin skal fáa pláss millum Bíbliuna og kókibókina á hillini í øllum føroyskum heimum.

Stuðul til útgávu
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið gevur bókina út við stuðli frá Føroya Oljuídnaðarbólki, sum hevur latið 300.000 krónur til hesa útgávuna.
Niels Jákup Thomsen, leiðari á bókadeildini, sigur, at tað var Richard Schwartson, ið kom við uppskotinum um at geva eina slíka bók út, og tá stuðul fekst frá oljuvinnuni, var eingin forðing fyri at geva hana út.
Bókin er 288 síður og kostar 98 krónur, og hon fæst til keyps í bókasølum og Shell- og Statoilstøðum kring landið. Harumframt fæst ein stuttur bóklingur ókeypis um bráðneyðuga fyrstuhjálp, sum er hentur at hava í bilinum og á útferð.