Millum 6000 og 7000 harur skotnar

Higartil er talið av skrásettum skotnum harum 5570, men Eyðfinn Magnussen, sum savnar haruhagtøl, metir, at talið av skotnum harum fer at liggja millum 6000 og 7000 í 2013

Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur savnað og skrásett hagtøl yvir haruskjóting í Føroyum.


Harutíðin er frá 2. november til 31. desember, og tann 1. januar hevði Eyðfinn Magnussen skrásett 5570 skotnar harur. Men við Rás2 sigur Eyðfinn Magnussen, at hann metir, at talið av skotnum harum í 2013 kemur at liggja millum 6000 og 7000 harur.

- So talið av skotnum harum í 2013 kemur helst at vera tað sama sum í 2012, kanska eitt vet hægri, sigur Eyðfinn Magnussen.


Eyðfinn Magnussen ynskir at skráseta haruskjótingina í øllum hagapørtum í Føroyum. Tískil ynskir hann at frætta frá øllum, sum ikki hava skrásett hagtøl yvir skjótingina í bólkinum ”Haruskjóting í Føroyum” á Facebook.


Samband fæst við hann har og umvegis teldupost, sum er eydfinnm@setur.fo


Hoyr samrøðuna við Eyðfinn Magnussen, sum var á Rás2, við at trýsta á pílin undir myndini.