Milliónin er ikki goldin enn

– Og CIP vil sleppa aftur til samráðingarborðið

– Nei, landsstýrið hevur ikki goldið milliónina, sum avtalað varð at gjalda danska felagnum í break-fee.

 

Tað segði løgmaður í svari upp á fyrispurning frá Sirið Stenberg í løgtinginum fyri løtu síðani. Spurningurin var, um danska felagið, sum skuldi gera tunnilin, hevur fingið pengarnar, sum felagið skuldi hava, um løgtingið ikki avgreiddi málið til tíðina.

 

Løgmaður upplýsti eisini, at higartil í ár eru brúktar 2,3 milliónir krónur til ráðgeving í sambandi við Skálafjarðartunnilin.

 

Løgmaður segði, at samráðingarnar millum Innlendismálaráðið og CIP ikki eru steðgaður, og at CIP ikki hevur trekt seg.

 

– Vit eru enn í eini tilgongd. CIP hevur biðið um, at samráðingarnar verða tiknar uppaftur, segði løgmaður.