Milliardirnar hjá City á rull

Manchester City er oddalið í Premier League, eftir at teir í kvøld vunnu heili 4-0 á Newcastle, sum var uttan Yohan Cabaye.

 

Stigtalvan líkist longu stigatalvuni tvey tey seinastu árini. Tað eru tey bæði Manchester liðini, City og United, sum liggja nummar eitt og tvey. Tey hava í fyrsta umfarinum í Premier League vunnið ávíkavist 4-0 og 4-1.

 

Manchester City tók í kvøld ímóti Newcastle United. Tað gingu bara fáir minuttir, so legði David Silva heimaliðið á odda. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Sergio Augero til 2-0. Beint fyri hálvleik fekk Newcastle miðverjin, Steven Taylor, beinleiðis reytt kort fyri at sláa Sergio Augero.

 

Í seinna hálvleiki var tað bara ein spurningur um hvussu nógv Manchester City fór at vinna. Yaya Toure sendi beinleiðis frípark í málið til 3-0, áðrenn Samir Nasri eitt korter fyri skoraði til endaliga úrslitið 4-0.

 

Millum nýggju spælararnar á Manchester City liðnum vóru Fernandinho og Jesus Navas. Fyrrnevndi vísti góðar taktir og serliga vóru longu avleveringarnar út á vengurnar á høgum stigi. Úti á høgra vongi vísti Jesus Navas eisini tekin um sín óhugnaliga skjótleika.

 

Tað kom tó illa við hjá Manchester City, at liðskiparin og stýrimaðurin í miðverjuni, Vincent Kompany, mátti av vøllinum við skaða móti endanum av dystinum. Hann er ein lyklaspælari hjá felagnum. Mett verður, at um skaðin er álvarsamur, so ætlar City at keypa ein miðverja afturat.

 

Fyri Newcastle kom tað illa við, at Yohan Cabaye ikki var finna á miðvøllinum. Felagið fekk í dag eitt boð upp á franska landsliðsspælaran frá Arsenal, men tað var avvíst. Eftir dystin í dag segði venjarin hjá Newcastle, Alan Pardew, at hann valdi at lata miðvallaran sita uttanfyri orsaka av órógvinum rundan um spælaran, sum sigst vilja sleppa til nýríka Paris Saint-German.

 

Premier League 1. umfar:

Í dag:

Manchester City  - Newcastle United 4-0 (2-0)

1-0         David Silva, 6

2-0         Sergio Augero, 22

3-0         Yaya Toure, 50

4-0         Samir Nasri, 74

 

Í gjár:

Crystal Palace - Tottenham Hotspur 0-1 (0-0)

0-1 Roberto Soldado, 50 br

 

Chelsea - Hull City 2-0 (2-0)

1-0         Oscar, 13

2-0         Frank Lampard, 25

 

Leygardagin:

Liverpool - Stoke City 1-0 (1-0)

1-0         Daniel Sturridge, 37

 

Arsenal - Aston Villa 1-3 (1-1)

1-0         Oliver Giroud, 6

1-1         Christian Benteke, 22

1-2         Christian Benteke, 61 br

1-3         Antonio Luna, 85

 

Norwich City - Everton 2-2 (0-0)

1-0         Steven Whittaker, 51

1-1         Ross Barkley, 61

1-2         Seamus Coleman, 65

2-2 Ricky van Wolfswinkel, 71

 

Sunderland - Fulham 0-1 (0-0)

0-1         Pajtim Kasami, 52

 

West Bromwich - Southampton 0-1 (0-0)

0-1         Rickie Lambert, 90 br

 

West Ham United - Cardiff City 2-0 (1-0)

1-0         Joe Cole, 13

2-0         Kevin Nolan, 76

 

Swansea City - Manchester United 1-4 (0-2)

0-1         Robin van Persie, 34

0-2         Danny Welbeck, 36

0-3         Robin van Persie, 72

1-3 Wilfred Bony, 83

1-4 Danny Welbeck, 90