Transfer-útreiðslur á 1,1 mia kr. eru fremsta orsøkin til, at Chelsea aftur í 2005/06 hevur eitt risa-stórt hall í ársroknskapi sínum. Síðani Abramovich tók yvir í felagnum, hevur hallið verið millum 975 mió kr. og 1.630 mió kr. Í so máta er komandi hallið á 900 mió kr. at rokna sum smápengar hjá russiska ríkmanninum. Higar til eru spælarar í hópatali keyptir til felagið, men sambært Guardian er nú liðugt við stóru hallunum. Í øllum førum veit blaðið at siga, at Chelsea í inniverandi roknskaparári hevur eitt transfer-yvirskot á 600 mió kr.