Milliónir verða burturtveittar

Tað er syrgiligt, at hundratals milliónir krónur verða blakaðar í havið. Nakað má gerast- beinanvegin- fyri at steðga hesum, sigur Marjus Dam í lesarabrævi

Marjus Dam, løgtingsmaður



Fyri fáum árum síðani varð livur smeltað umborð á føroyskum skipum, og fingin til til lands. Rogn í stórum nøgdum vórðu tikin og seld.

Nú skipini, maskinur og umstøður annars áttu at gjørt hagreiðingina munandi betri, verður fiskurin hjá fleiri(ikki øllum) av skipunum ikki bløðgaður, bíligasta model av krivjimaskinu fillar allan innmat úr fiskinum so hvørki rogn livur ella annað kann førast til lands. Virðir fyri fleiri hundratals milliónir verða harvið oyðiløgd og blakaði í havið. Virkir, í standa klár at taka ímóti vøruni, og sum høvdu kunna selt hesa fyri stóra upphædd standa spyrjandi og umhugsa at stonga virkini.

Flest munnu vera samd um, at hetta er ein heilt skeiv gongd.

Møguleiki at "foredla" fiskin er við hesi gongd burtur. Kvaliteturin verður ofraður fyri kvantitetin. Gongdin skal vendast, og tað beinanvegin. Hetta eiga fiskimenn, reiðarar, vinna á landi saman við myndugleikum at taka stig til at loysa. Heldur ídag enn í morgin.

Eg vil mæla til, at Bjørn Kalsø beinanvegin innkallar umboð fyri vinnu á landi, reiðarar og fiskimannafelag, fyri at finna eina skjóta og góða loysn, so at rogn , livur o.a. verða førd til lands.

Okkara nátturugivna tilfeingi eiga vit at fara væl um!