Milliónir síggja Føroyar spæla

Í annaðkvøld klokkan 8 føroyska tíð, skal spildurnýggja føroyska U-21 fótbóltslandsliðið royna seg í einari tí størstu avbjóðingini, sum tað ber til at ímynda sær.

Í býnum Trento við fótin á Alpunum fara føroysku U-21 unglingarnir at spæla ímóti Italia í EM undankappingardysti.

Føroyska ferðalagið kom til Italia týskvøldið, og síðani hava teir fyrireikað seg til stóru avbjóðingina í annaðkvøld.

Heðin Askham og Bill Jacobsen hava ábyrgdina av liðnum. Síðstu fyrireikingina á grasinum høvdu teir í kvøld á vøllinum, har stóra uppgávan verður á skránni í annaðkvøld.

Hvussu stór áskoðarafjøldin verður, vita teir í føroyska ferðalagnum í Italia ikki. Tá ið teir 6. juni taptu 1-0 í Albania, ljóðaði tað, at eini 7-8 túsund fóru at hyggja at. Tað møttu 1200. Landsliðið er væl umtókt í Italia, og fótbóltssambandið roynir at vitja alla staðni kring landið fyri at geva áskoðarunum høvi at síggja.

Uttan mun til hvussu stór áskoðarafjøldin verður, so er tað greitt, at nógvu eygu fara at fylgja føroysku amatørunum og italsku heimsstjørnunum. Sjónvarpsstøðin RAI fer at senda dystin beinleiðis á einum av sínum rásum. Ivaleyst fara nógv hundrað túsund og kanska ein millión ella fleiri enn so í fótbóltsglaða Italia, har tað búgva 58 milliónir, at fylgja við. RAI sæst nógva aðra staðni enn í Italia, og tí verður talan um mangar ferðir fleiri áskoðarar, enn føroysku spælararnir eru vanir við.