Milliónir hava lisið um nýggja átakið hjá Visit Faroe Islands

– Eg haldi, at heimurin hevði tørv á einari positivari søgu, sigur Rune Hørslev frá Mensch

Nýggja átakið hjá Visit Faroe Islands, "Remote Tourism" hevur verið ein knasandi súksess. 

20. apríl hevði átakið fingið umrøðu í heili 412 tíðindagreinum í miðlum um allan heimin. Hetta eru miðlar sum New York Times, The Guardian, TechCrunch og South China Morning Post. Fólk frá 156 ymsum londum hava hugt við, sambært markedsforing.dk.

Ein nýggj uppgerð frá Verizon Medias vísir, at lesaraskarin hjá teimum miðlunum, sum átakið er umrøtt í, liggur á 2,84 milliardum tilsamans.

– Verizon media hevur mett, at 10,5 milliónir hava lisið greinar um átakið, og 7,5 milliónir hava sæð, tá miðlarnir hava deilt tað á sosialu miðlunum, sigur Rune Hørslev frá lýsingafyritøkuni Mensch, sum saman við Sansir hevur gjørt átakið.

Rune Hørslev samanber í samrøðu við markedsforing.dk hetta átakið við ”Closed for maintenence”, sum bleiv umrøtt í 511 greinum. Hann roknar við, at hetta nýggja átakið fer at yvirhála ”Closed for maintenence” við altjóða umrøðu.

– Eg haldi, at heimurin hevði tørv á einari positivari søgu, og eg haldi, at tað er fantastiskt, at Føroyar hava givið fólki eitt smíl í hesari álvarsligu støðu, sigur hann við markedsforing.dk.

– Meðan tey flestu brands vóru upptikin av at gera ein kenslubornan film, so gjørdu vit okkurt við trupulleikan og góvu fólki eitt upplivilsi. Øll tey, sum vóru við, hava uppiborið eitt stórt herðaklapp fyri at fáa hesa kompleksu og stóru verkætlan upp at standa uppá so stutta tíð, sigur Rune Hørslev við danska miðilin.

Stutt um átakið "Remote Tourism"

Ferðafólk, sum máttu avlýsa ella útseta teirra ferð til Føroyar í vár, fáa nú høvi at uppliva Føroyar kortini. Men ístaðin fyri sjálvi at vitja, kunnu tey uppliva Føroyar úr sofuni við at stýra einum føroyingi, sum gongur ymsastaðni í Føroyum.

Hetta gera tey ígjøgnum heimasíðuna remote-tourism.com. Við at trýsta á ymsar knøttar kann viðkomandi, sum stýrir, geva føroyinginum, sum gongur ein túr í Føroyum, ymisk boð. 

##med2##