Milliónir flýggja undan Ivani

Ódnin Ivan er ein tann harðasta, sum veðurmenn nakrantíð hava skrásett í Karibiska Havinum. Hon hevur longu kravt fleiri mannalív, og íí Kuba og USA flýggja milliónir undan henni

Í gjár hevði tropiska ódnin Ivan kravt 46 mannalív. Ódnin hevði serliga gjørt um seg á Cayman Islands, Grenada og Jamaica, har minst 19 fólk doyðu í ódnarveðrinum. Reyði Krossur metir, at umleið 60.000 av teimum 90.000, sum búgva á Grenada, eru vorðin heimleys av ódnini. Í hvøuðsstaðnum á Jamaica, Kingston, eru nógv hús illa farin, og skriðulop hava oyðilagt vegirnar nógvastaðni. Á Jamaica elvdi Ivan til eina fimm metrar høga flóðaldu, sum legði stór øki undir.

Í gjár var miðdepilin ella eygað í ódnini einar 180 fjórðingar sunnan fyri Kuba, og myndugleikarnir hava flutt meiri enn hálva aðru millión fólk burtur úr teimum økjunum, sum eru serliga hótt. Kubansku myndugleikarnir vænta, at Ivan fer at elva til stóra vatnflóð nógvastaðni, og teir kubansku veðurmenninir siga, at Ivan kann gerast tann ringasta ódnin, sum hevur herjað landið seinastu 40 árini.

Myndugleikarnir stúra eisini fyri, at nógvir av teimum søguligu bygningunum í høvuðsstaðnum Havana kunnu fáa stóran skaða av ódnini, tí fleiri av bygningunum eru í vánaligum standi. USA hevur boðið sær til at senda kubanum hjálp, men Fidel Castro, forseti, hevur gjørt greitt, at Kuba tekur fegið ímóti hjálp frá sínum vinum, men at USA telist ikki teirra millum.

Í Meksiko fyrireika myndugleikarnir seg eisini til ódnina. Fólk eru flutt burtur av fleiri smáum oyggjum, og aðrastaðni hava myndugleikarnir biðið fólk halda seg burtur frá strondini.

Amerikonsku veðurmenninir hava longu sent sínar ávaringar út, og Jeb Bush, guvernørur, hevur sett statin í undantaksstøðu. Ivan er tann triðja tropiska ódnin, sum rakar Florida tann seinasta mánaðin. Tær báðar fyrri, Charley og Frances, gjørdu skaða fyri einar 120 milliardir krónur.