Milliónir eru upp á spæl

B36 hevur seinastu vikurnar tikið seg ellivu stig nærri Víkingi, sum hevur verið topplið síðani fjúrtanda juni

Ein av størstu uppgerðunum higartil í ár verður seinnapartin, tá ið B36 verður gestur hjá Víkingi í Sarpugerði.

Víkingur hevur verið topplið síðani tólvta umfar, sum var fjúrtanda juni. Tá vóru tað ellivu stig frá oddaliðnum og aftur til B36, sum ikki varð roknað at vera evni at vera við í FM kappingini. Um tað eydnast B36 at vinna fulla úrtøku seinnapartin, so verður B36 nýtt topplið – í hvussu so er inntil mikukvøldið tá ið tjúgunda umfar verður (B36 vann ímóti NSÍ í framskundaðum dysti síðsta mikukvøld).

FM vinnarin fær fleiri enn 3,5 milliónir í sín lut. Pengarnir fyri FM heitið í fjør eru í hesum mánaðinum fluttir frá UEFA og til Víking. Í 2014 og 2015 vóru tað teir í B36, sum vunnu milliónirnar, og tað var í fjør og í fyrraárið, at milliónirnar lendu í sunnara enda í Gundadali. Bæði í Víkingi og B36 verður nógv laggt fyri í royndini at vinna nýggjar milliónir frá UEFA.

 

B36 hevur vunnið sjey ferðir á rað. Úrtøkan hjá Víkingi burturúr sjey teimum seinastu ferðunum er trettan stig.

 

-Hetta verður øgiliga stór avbjóðing. Góða gongdin seinastu nógvu ferðirnar ber sjálvsálit við sær, og vit ætla okkum at vinna ídag. Um tað skal eydnast krevst, at spælararnir vísa góðan hugburð og leggja nógv fyri, og tað eri eg fullvísur í, at teir fara at gera, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Tað er ivasamt, hvussu tað verður við vongverjunum, sum mikukvøldið vóru við til at vinna á NSÍ. Høgni Eysturoy og Alex Mellemgaard eru skaðadarvaðir.

 

Víkingur hevur seinastu ferðirnar ikki staðið seg so væl ímóti hinum avbjóðarunum í toppinum. Víkingur hevur tapt á heimavølli ímóti bæði NSÍ og HB, og í Klaksvík endaði tað javnt.

-Tað ræður um at vera í nánd av oddasessinum, tá ið kappingin fer inn í avgerandi fasuna, og vit eru har, sum vit eiga at vera, men tað bíðar okkum stór avbjóðing seinnapartin, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze.

Andreas Lava Olsen er skaddur. Sorin Anghel noyddist tíðliga av vøllinum í 1-1 dystinum í Klaksvík, men hann hevur verið á vøllinum aftur.