Milliónir bíða eftir at sleppa til Svínoyar

Ein tvey ára orkuverkætlan uppá 20 milliónir krónur bíðar eftir at verða sett í verk í Svínoy. Felagið Nýorka og onnur hava ætlanir um vindorku og framleiðslu av gassunum súrevni og vetni, ið kunnu brúkast í smoltframleiðslu og til ravmagn. Svínoyingar eru áhugaðir og í vikuni var fundur við Oljumálastýrið. Er áhugi har, so er gøtan greið at fara til ein stuðulsgrunn hjá ES at søkja stuðul. - Bert føroyingar sjálvir kunnu seta fót fyri ætlanina, metir stigtakari

Svínoyingar eru vanir við verkætlanir og áður hava teir verið við í slóðbrótandi ætlan viðvíkjandi alnetinum.
                      Og nú er oyggin aftur miðdepil fyri sera áhugaverdari orkuætlan, ið er millumtjóða samstarv millum Føroyar Danmark og Belgia.
 
Útlatið er vatn
                      Felagið Nýorka við Kára Thomsen gongur á odda í ætlanini, sum snýr seg um at seta upp tvær Vestas vindmyllur frá 1987 upp í Svínoy. Umframt at framleiða ravmagn til elkervið, skal eisini farast undir vetnisframleiðslu.
                      Tveir vatnbrunnar á 1000 litrar skulu veita vatn til eitt elektrolysuverk, ið framleiðir súrevni og vetni úr vatninum. Undir trýsti gerast hesi evni  gass.
                      Smoltstøðin í Svínoy kann nýta súrevni í smoltframleiðsluni og harvið spara fitt av peningi, tí annars er hetta ein útreiðsla hjá smoltstøðum.
                      Høvuðsætlanin er at framleiða vetni til ein vetnismotor, ið framleiðir ravmagn og fjarhita til bygdina. Verður talan um avlop, kann bindast i netið hjá SEV og kann ravmagn tá førast úr Svínoy og har tørvur er á.
                      Útlátið frá vetnismotorinum er vatndampur og dálkar henda framleiðsla tí ikki umhvørvið.
 
Bíða eftir svari
Talan er um millumtjóða samstarv og er tað Nýorka í Føroyum, Vestas og onnur í Danmark og fyritøkan Vandenborre úr Belgia, ið eru við. Møguleiki er tó hjá øðrum at koma uppí ætlanina og stórur áhugi er, sigur Kári Thomsen.
Saman við stjóranum í Vandenborre í Europa, Bart Van Ouytzel, og sølustjóranum hjá Vestas, var Kári Thomsen vegna Føroya Nýorku í vikuni á fundi við Oljumálastýrið.Har varð lagt fram, hvat ætlanin snýr seg um.
- Ráðharrin í orku- og umhvørvismálum var upptikin, men til staðar vóru vegna oljumálaráðið Herálvur Joensen og Arnstein Niclasen. Ætlnanin er longu viðgjørd úti í Svínoy og har eru tey positiv. Fyri at fáa eina umsókn viðgjørda í stuðulsgrunni hjá ES,skal viðmæli fást frá lokalum- og frá landsmyndugleikum. So í grundini er tað sera einfalt og einki bindandi verður kravt frá myndugleikunum, bert eitt tilmæli, sigur Kári Thomsen, sum vónar at fáa svar frá oljumálaráðnum í hesi vikuni, tí freistin at søkja stuðul frá ES er tann 17.  desember.
 
- Fáa vit svar í vikuni, so fara vit á fund við ES og við verður stjórin í Vandenborre, Hugo Vandenborre, ið eisini hevur sagt seg hugaðan at hitta føroysku myndugleikarnar, sigur Kári Thomsen.
 
Positivt
Spurdur, hvat SEV sigur til hesa orkuætlanina í Svínoy, vísur Kári Thomsen á, at teir hava SEV sum part í verkætlanini.
Kári Thomsen sigur, at enn hevur samband tó ikki verið við SEV um ætlanina, men er hetta av teirri einfaldu orsøk, at valig mannagongd er at venda sær til myndugleikarnar fyrst og síðani at venda sær til aðrar partar.
- Ætlnanin er tøkniliga ikki truplari enn so, enn at ein maskinmeistari kann ansa verkinum, tí tøknin er kend. Fólk eru sera positiv viðvíkjandi ætlanini og fleiri fyritøkur, t.d. maskinverkstøð, hava víst áhuga at sleppa uppí part, sigur Kári Thomsen tvey ára verkætlanina, ið snýr seg um einar 20 milliónir krónur..
-         Vert er at minnast til, at myndugleikarnir ikki skulu samtykkja nakað nú, men bert vísa, at teir eru positivir. Sjálvandi er ikki víst, at vit fáa peningaliga stuðulin frá ES, men útlitini eru góð og hava vit stuðlar innan ES veggirnar, sum hava sagt seg stuðla hesi ætlanini. Bert føroyingar sjálvir kunnu seta fót fyri ætlanina, sigur Kári Thomsen
 
Ógvast um okkara oljunýtslu
Kári Thomsen er kendur innan orku og umhvørvi og tekur eisini lut á fundum og ráðstevnum hesum viðvíkjandi. Tá hann fyri stuttum á Kreta helt fyrilestur hjá EREC ? European Renewable Energy Council ? um varandi orkuloysnir, undraðust fólk stórliga á okkara oyggjasamfelag, sum hevur so stóra oljunýtslu og sum liggur so ovaliga, tá tað snýr seg um lond, ið dálka.
-Christina Linz frá Erec kom við inniligari áheitan um at søkja hjá ES um stuðul til eina verkætlan við varandi orku, sigur Kári Thomsen.
- Oljunýtslan ger okkum eisini sera bundnan at útheiminum og ein kreppa í Miðeystri t.d. ávirkar okkum rættiliga skjótt, vísur Kári Thomsen á, og hann metir, at tíðin er komin at taka annað skinn um bak, men enn kann hann bert bíða eftir svari frá landsins myndugleikum og hann vónar at fáa svarið, so felagið Nýorka klárar at fyrireika eina umsókn til ES. Innan 17. desember.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
FAKTA
 
Ætlan:
2004; vindmátarar uppsettir í Svínoy     
 
2005; Apríl; Vindmyllur reistar og onnur útgerð sett upp og gjørd til reiðar. Juni; Elektrolysuverkið verður klárgjørt, eins og vetnismotorur og onnur úrgerð so sum káplar og rør.Telduskipan (Power Pool)  gjørd klár og íbundin intra- og iternet. Oktober; Klárt at royndarkoyra. Noveber; Orkuframleiðsa
2006: eftirmeting.
 
Annað;
Nýorka er við í europeiskum samstarvi um vindorku (European Wind Energy Association)
 
Í Svínoy eru góð vindviðurskifti og gott internetsamband og er oyggin tí vald til verkætlanina
 
Vetnismotorur framleiðir ravmagn úr H2 og útlátið er bert vatndampur