Milliónin er á veg til Vágs

Meðan annað suðuroyarliðið sær út til at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð, bendir heilt nógv á, at hitt suðuroyarliðið skal fara ikki ókendu niðurflytingarleiðina

Endin á hesum kappingarárinum verður so spennandi, sum tað ber til at ynskja sær. Undan átjanda og síðsta umfarinum er ikki greitt, hvør fer at vinna meistaraskapin, og tað er heldur ikki greitt, hvør fer at enda á niðasta plássinum og harvið fer at flyta beinleiðis niður í 2. deild.

Hetta átti at borgað fyri, at fótbóltsprátið verður nógv og áhugavert í vikuni, sum stendur fyri framman. Viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi kunnu gleða seg um, at teirra lið hevur tryggjað sær uppflyting til bestu deildina.

Tey, sum taka á við ÍF, kunnu gleða seg um, at hóast teirra lið ikki hevur havt nakað serliga sannførandi kappingarár í næstbestu deildini, so er tað framvegis møguleiki fyri, at steðgurin hjá ÍF í næstbestu deildini bara verður eitt ár. At ÍF fekk eitt stig á Eiði var nóg mikið at tryggja næstfremsta plássið, tí TB varð so avhølvað í Klaksvík.

Næstfremsta plássið hevur við sær, at kappingarárið hjá teimum í Fuglafirði verður longt, soleiðis at teir fara at spæla fótbólt í meiri enn eina viku meiri, enn teir fara at gera næstan alla aðra staðni í landinum. Hitt staðið, har fótbóltsárið verður longri, verður í Vágum ella í Sumba. Bæði botnliðini taptu stórt hesa ferð, og um tey eisini tapa leygardagin, so verður tað Sumba, sum fer at flyta niður. Sumba hevur leygardagin heimavøll ímóti HB, og FS Vágar hevur heimavøll ímóti KÍ.


Takk fyri síðst

B36 hevur avgjørt ikki havt nakað serliga sannførandi kappingarár. Høvuðsmálið hjá einum so stórum felagi er at vinna meistaraskapin. Tað eydnaðist ikki. Næsta málið er at vinna steypakappingina. Tað eydnaðist ikki. Næstbesta plássið ber UEFA Cup pláss við sær. Tað eydnaðist ikki at vinna hetta plássið. Bronsukrónurnar og Intertoto Cup kunnu gerast plástur á sárið. Men tað er neyvan nakað afturímóti, at tað í evstu løtuni sunnudagin eydnaðist at venda 2?0 tapi til javnleik ímóti HB.

Í B36 skýlinum varð tað ikki frítt, at tað varð tosað um 1991. Ta ferðina var fagnaðurin í HB skýlinum óførur, tá tað eydnaðist at javna til 1?1. Harvið glapp meistaraskapurin B36 av hondum, og í staðin gjørdist KÍ meistari, sjálvt um teir taptu 2?1 í Gøtu.

Fyri trimum árum síðani vann B36 meistaraskapin. Í triði síðsta umfarinum vóru teir í Vági. B36 vann 2?1, og harvið tryggjaðu teir sær FM heitið. Sjálvt um teir í næstsíðsta umfarinum taptu í Gundadali ímóti HB, so vóru viðhaldsfólkini púra óttaleys, tá tey síðsta leikdagin fóru til Sandiar at fagna sínum liði.

Komandi leygardag fær B36 vitjan av VB. B36 hevur møguleikan at røkka bronsukrónunum og Intertoto Cup plássinum. Teir kunnu røkka hesum plássinum, um GÍ vinnur á Svangaskarði. Spurningurin verður, hvussu uppsettir teir í B36 vera sammett við, hvussu uppsettir teir í VB fara at vera.

Men uttan mun til hvørja endastøðu B36 fer at fáa, so hevur endin á kappingarárinum verið hugaligur hjá teimum. Teir hava vunnið á NSÍ og spælt javnt ímóti HB. Men meiri týdningarmikið er tað, at B36 tey seinastu umførini við heilt fáum undantøkum hevur spælt við fólki, sum er uppalt í felagnum, og sum tykist fara halda fram komandi ár.


Søplaðu

Í HB mundu teir miðskeiðis í seinna umfarinum kenna sigurin vera í pottinum. Tað var ikki frítt, at fleiri tosaðu um suðuroyarferð komandi leygardag. Men so var tað, at orðini, sum Preben Elkjær so ofta hevur tikið til, enn eina ferð gjørdust til veruleika. Fyrrverandi álopsmaðurin á danska landsliðnum, sum nú er viðmerkjari í sjónvarpinum, plagar at siga, at vandamesta støðan hjá einum liði er at vera á odda 2?0. Tá kemur tað ofta fyri, at lið ikki akkurát vita, hvussu tey skulu fyrihalda sær, og so verður tað heilt vandamikið, um mótstøðuliðið skorar eitt mál.

Sunnudagin hevði HB allar møguleikar. Teir fingu brotsspark, og teir høvdu ein eitt hundrað prosents møguleika. Í báðum førunum misnýttu teir, men tað varð ikki lagt so nógv í hetta, tí sigurin tóktist vera í pottinum.

B36 hevði viljan at koma afturíaftur, og HB hevði ikki evnini at binda um. Rættuliga ofta hevur gongdin verið júst tann øvugta, tá grannarnir í Gundadali hava dystast.

Suðuroyarferðin er framvegis á skránni. Ivaleyst fara HB áskoðarar suður, og ferðin fer at vera sera minnisrík, um tað eydnast HB at vinna, og um tað ikki fer at eydnast VB at vinna í Gundadali. So verður HB meistari. Á spælarunum og HB áskoðarunum sást seint seinnapartin sunnudagin lítið til, at teir roknaðu við hesum síðst nevnda møguleikanum.

Men tað er framvegis spenningur í. Og í tí sum sunnudagin sá út til at vera HB vónloysi, er tað ivaleyst rætt at minna á, at undan kappingarárinum vóru teir í HB ídnir at endurtaka, at teirra lið ivaleyst fór at standa seg betri enn í fjør ? tá endaðu teir á fjórða plássinum. Nú er greitt, at HB í hvussu so er fær silvurkrónurnar.


Svartiper

Undan vikuskiftinum vóru tað trý lið, sum høvdu møguleikan at vinna FM. Nú eru tað bara tvey. B68 tapti í Vági. Ósigurin ger, at toftamenn ikki kunnu røkka meiri enn bronsuplássinum og Intertoto Cup. Tað er eisini møguleiki fyri, at B68 missir triðja plássið til B36.

Gongdin hjá B68 tær síðstu vikurnar er undirstriking av, hvussu skjótt tað kann vera av aldukambinum og niður í dalin. 27. august smurdi B68 KÍ av á Svangaskarði. Tá vórðu toftamenn roknaðir sum fremsta boðið upp á oddasessin. Síðani tá hava teir tapt í Runavík og í Vági, og teir hava bara fingið eitt stig á heimavølli ímóti HB.


Besta boðið

Vágbingar hava ongantíð vunnið FM. Men nú eru teir nærri meistaraskapinum, enn teir nakrantíð hava verið, síðani tað í 1942 varð farið undir FM kappingina.

Tá VB eftir tólvta umfarið var fremst, vóru vágbingar ódrúgvir. Teir taptu í Runavík. Nú eru vágbingar aftur á odda. Um teir megna at halda tørn í eitt umfar afturat, so verða teir meistarar. Í HB vóna tey sjálvandi, at VB fer at snáva í Gundadali, og at HB fer at vinna í Sumba. Kortini er tað einki at ivast í, at kring landið eru tey heilt nógv, sum halda tað vera hugaligt, um VB megnar at skriva sítt navn ímillum teirra, sum hava vunnið FM. Higartil hava níggju feløg vunnið meistaraskapin. Tey eru KÍ, TB, B36, SÍ, HB, ÍF, GÍ, B68 og B71.

Eingin ivi er um, at ein rúgva av vágbingum verður í Gundadali leygardagin. Nógvir fara at koma norður við Smyrli, og nógvir vágbingar, sum búgva í høvuðsstaðnum, fara leygardagin í Gundadal at taka á við bygdarmonnunum og samstundis styrkja samleikan frá barna? og ungdómsárunum.

VB er besta boðið upp á meistaraskapin og harvið kekkin upp á eina millión. Vágbingar taptu á útivølli ímóti NSÍ í trettanda umfarinum. Teir hava bara tapt eina aðra ferðina í ár. Tað var, tá B71 í næsta umfarinum fór av Vágs eiði við øllum stigunum. Hesar seinastu vikurnar hava vágbingar gjørt av við B68, GÍ, FS Vágar og KÍ, og teir hava greitt javnleik ímóti HB. Tí er ikki serlig orsøk at rokna við, at teir ikki fara at basa B36.

Torleif Sigurðsson og hinir í FSF vera saman við Óla Holm í Gundadali. Magni Arge kann syrgja fyri, at tyrlan verður sett í gongd, og at nóg mikið av dýru dropunum verður í henni, at hon kann fara fulllastað úr høvuðsstaðnum og suður á Krossin, men tað verður neyvan neyðugt hjá tyrlustarvsfólkunum at gera álvara av flúgvingini.


Vánaligasta boðið

Sumbingar eiga heimavøll ímóti HB. Um Sumba ikki skal flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina, so skulu teir hava í hvussu so er eitt stig. Sumba kappast við FS Vágar. Vágamenn eiga heimavøll ímóti KÍ, og tað kann væl vera, at teir fara at fáa stig. Í landskappingardystinum í Klaksvík vann KÍ 4?1, men tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at munurin gjørdist stórur. Vágamenn sendu klaksvíkingar úr steypakappingini.

Um FSV einki fær burturúr ímóti KÍ, so verður tað nóg mikið við javnleiki hjá sumbingum. Í innanhýsis kappingini við FS Vágar er Sumba betri fyri. Í Sumba vann heimaliðið 1?0, og í Sørvági vunnu sumbingar 2?0.