Í gjárkvøldið helt Føroya Banki tað seinasta av gallakvøldunum, sum hava verið kring alt landið. Á hvørjum av hinum kvøldunum hevur verið boðað frá, at okkurt serligt fór at henda hóskvøldið í Havn.
Serligt var tað eisini á Hálsi í gjár. Móti endanum á kvøldinum vórðu Sámal Jákup Joensen og Niels Edvard Olsen frá Frelsunarherinum bidnir um at koma upp á pallinum. Har handaði nevndarformaðurin í Føroya Banka, Jóhan Páll Joensen, teimum báðum og Frelsunarherinum eina gávu, við einum virði millum hálvaaðru og tvær milliónir krónur.
”Vit arbeiða øll fyri status, pengar, arbeiðsinnihald. Í grundini sjálvsøknar orsøkir til at fremja okkara arbeiði. Men tað eru tó undantøk. Tað finnast menniskju í okkara samfelag, sum seta sjálvsøknu motivini til síðis fyri at tæna.”
Síðani varð ein filmur vístur á stórskermunum, sum lýsti støðuna á Herberginum hjá Frelsunnarherinum, og eftir sýningina av hesum filminum greiddi Jóhan Páll Joensen frá, at bankin hevði valt at geva eitt herðaklapp til hetta megnar arbeiðið á skuggasíðu lívsins, sum verður gjørt fyri hesar borgarnar millum okkara, ið eru komin illa fyri.
Gávan er ein stór og umfatandi víðkan og umbygging av Herberginum. Herbergið verður sera nógv brúkt, og bara í oktobermánaði hava omanfyri 300 gistingar verið har. Á Herberginum er trongligt í løtuni. Eitt kamar er 23 fermetrar og har standa ikki færri enn fimm sengur, men hetta verður nú broytt. Eftir umbyggingina skulu íbúgvarnir hava einkultkømur við skápi, hondvaski og øðrum hentleikum.
Tað eru MAP-arkitektar, sum hava skitsað projektið, sum skal geva teimum á Herberginum tíðarhóskandi og virðiligar umstøður. Eisini skal verkætlanin hjá teimum knýta báðar bygningarnar hjá Frelsunarherinum saman við eini glastrappu.Hetta arbeiði, sum varð víst fram á gallakvøldinum í gjárkvøldið, hava teir eisini gjørt ókeypis.