Altsamt fleiri flogfør brúka altóða flogvøllin í Keflavík í Íslandi, og aftur í fjør setti ferðafólkatalið nýtt met. Uppgerðin fyri 2007 vísir, at 946.000 ferðafólk vóru við flogførunum, sum settu seg í Keflavík í fjør. Í 2006 var ferðafólkatalið 898.000, so vøksturin í fjør var níggju prosent, skrivar Morgunblaðið.