Miljónir av fiski doyðu í Texas

Líknandi hendingar vóru í 1980 og í 1989, tá eisini fleiri miljónir fiskar doyðu.

 

Í februar í ár doyðu umleið fýra miljónir fiskar í Texas, tá tað gjørdist søguliga kalt í statinum. Nógvur fiskur skolaði deyður upp á land. Tað var sera kalt í pørtum av USA í februar og søguliga kalt í Texas og Oklahoma.

Sambært Texas Parks and Wildlife Department doyðu í minsta lagi 3,8 miljónir fiskar og umleið 61 ymisk fiskasløg. Útlendskir miðlar skriva, at so stórt felli av fiski er ikki hent um hesar leiðir síðan í 1980-unum.

Nú verður mælt frítíðarfiskimonnum til ikki at fiska ov nógv, soleiðis at fiskastovnarnir kunnu mennast aftur. Sagt verður, at tað tó bert er ein lítil partur av fiskasløgunum, sum eru funnin deyð, ið frítíðarfiskimenn fiska.

Sambært Texas Parks and Wildlife Department doyr fiskurin undir slíkum umstøðum, tá hann ikki sleppur á djúpari vatn, har hitin er meira støðugur. Líknandi hendingar vóru eisini í 1980 og í 1989, tá eisini fleiri miljónir av fiski doyðu.