Vit eru sera errin av at avdúka, at okkara egna Milia Egilsnes Anda verður á valevnislistanum hjá Javnaðarflokkinum til Kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu í November.
Milia býr í næmingaheiminum undir Fjalli, hon gongur 3. árið á búskaparbreyt á Glasi og hevur, síðan hon var 14 ára gomul, arbeitt í tænastuvinnuni. Seinastu árini hevur Milia verið sera virkin í lokalfelagnum hjá Sosialistisk Ung í Havn, SU Mið, har hon er forkvinna. Umframt tað, er Milia eisini forkvinna í áhugafelagnum, Búgva Ung, sum arbeiðir fyri at betra um bústaðarviðurskiftini hjá ungum í Føroyum. Eisini er hon virkin í Amnesty Ung og nevndarlimur í Amnesty International Føroyar.
Grundleggjadi er Milia ein, sum stríðist móti órættvísi. Hon strembar eftir at verða røddin hjá teimum, ið ikki hava tak yvir høvdið. Teimum sum ikki verða hoyrd og hevur ongantíð verið bangin at rópa hart og gera tað sum skal til fyri rættvísi. Soleiðis verður eisini í kommununi:
– Eg vil at stillla upp til kommunuvalið fyri Javnaðarflokkin, tí at bústaðarviðurskiftini í Tórshavnar Kommunu eru als ikki nøktandi.
Vit mangla lestrarbústaðir, bæði til støk og familjur, og eldraíbúðir til 60+, sambýli og lutaíbúðir.
Útboðið av bústøðum í Tórshavnar Kommunu er alt ov lítið, og tí er prísstøði alt ov høgt. Tað skal verða lættari at fáa bústað í Tórshavnar Kommunu, og tað hevur Kommunan eisini heimildi til at gera.
– Lata vit standa til, fáa vit ein høvuðstað har bara tey, ið eru peningaliga nóg væl fyri at keypa sær eini hús ella íbúð fyri fleiri milliónir, kunnu búgva. Tað styrkir ikki um samanhangsmegina í samfelagnum. Vit skulu búgva lið um lið, hvørt vit eru gomul ella ung, stór ella lítil, rík ella verri fyri peningaliga. Havnin skal vera fyri øll!