Milan vil keypa Beckham

AC Milan tekur nú ítøkilig stig fyri at fáa eina varðandi avtalu í lag við bretska fótbóltsspælaran David Beckham, sum annars er sáttmálabundin við amerikanska felagið LA Galaxy. AC Milan hevur leigað Beckham úr LA Galaxy í tríggjar mánaðir, meðan amerikanska kappingin liggur still. Nú sigur AC Milan, at tað fer at seta seg í samband við LA Galaxy fyri at keypa Beckham.