Milan vil hava álopsstjørnu

AC Milan var eitt stórt vónbrot í Seriu A, og boðini úr felagnum eru eisini, at tey avgjørt ikki eru nøgd við fimta plássið, sum talan gjørdist um. Hetta skal betrast, og ein háttur í so máta er at skjóta fleiri mál. Higartil hevur felagið styrkt miðvøllin við Mathieu Flamini og Gianluca Zambrotta, men álopssparturin er viknaður við søluni av Alberto Gilardino til Fiorentina. Roknað verður við, at Samuel Eto’o er eitt gott boð um nýggjan áleypara, og hetta verður eisini váttað av Adriano Galliani, sum er varaforseti í felagnum. Hinvegin sigur hann eisini, at teir hyggja at øllum teimum fremstu áleyparunum í Europa, og nevnir hann Didier Drogba, Emmanuel Adebayor, Mario Gomez og Karium Benzama.