Milan til B36

Milan Kuljic verður hjálparvenjari hjá B36 komandi kappingarár. Hann var í fjør venjari hjá TB.

B36 boðar í dag frá, at felagið hevur sett 38 ára gamla Milan Kuljic í starv sum hjálparvenjara hjá Mikkjali Thomassen. Avtalan, sum er galdandi fyri komandi kappingarár, kom upp á pláss seint í gjár.

Milan Kuljic sigur við heimsíðuna hjá B36, at hann er spentur upp á nýggju uppgávuna. Hann gleðir seg somuleiðis til at arbeiða við einum liðið, sum kann gera seg galdandi ovarlaga á stigatalvuni.

Serbin sigur seg somuleiðis síggja fram til at arbeiða saman við Mikkjali Thomassen.

Milan Kuljic er 38 ára gamal. Hann hevur spælt við VB, HB, AB og TB. Í fjør var Milan venjari hjá TB, men var eisini at síggja á vøllinum. Hann hevur verið í samráðingum við 07 Vestur til komandi kappingarár.