AC Milan vann leygardagin landskappingardyst ímóti Messina, men sigurin gjørdist dýrur, nú hálvfinalan í Chamions League er fyri framman mikundagin. Áðrenn 20 minuttir vórðu spældir vóru Alessandro Nesta og Kaka skiftir út við skaða, og sagt verður, at eisini Sjevtjenko, Ambrosini og Cafu fingu snuddir undir dystinum. Fleiri av hesum eru ivasamir til dystin ímóti Barcelona mikukvøldið, men roknað verður við, at Pirlo og Inzaghi verða klárir.











