Oddabrakið í Seria A hetta vikuskiftið var millum AS Roma og AC Milan. Liðini elta Inter, sum í seinastuni hevur spælt fleiri javnleikir. Men hvørki Roma ella Milan megnaðu at skora. Inter tók á heimavølli móti Genoa. Heldur ikki í tí dystinum kom nakað mál. Sostatt er støðan óbroytt í oddinum í Seria A. Inter er framvegis fýra stig frammanfyri Milan, meðan Roma er á triðja plássi, sjey stig aftanfyri Inter.
Stórur spenningur er um fjórða plássið, ið gevur atgongd til Champions League. Í løtuni er Palermo tvey stig frammanfyri Juventus á fjórða plássi. Palermo vann í dag 1-0 á Livorno, meðan Juventus vann á útivølli móti Fiorentina. Diego og Fabio Grosso, skutu málini hjá Juventus. Sampdoria vann 2-1 á Lazio, ið liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna. Scudetto vinnarnir frá 1991, Sampdoria, liggja á sætta plássi við einum stigi færri enn Juventus.