Fótbóltur
Hóskvøldið stóð greitt, at Heðin Askham ikki heldur fram í venjarastarvinum í B36. Hetta tí partarnir ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála.
Og longu fríggjakvøldið kundi felagið á heimasíðu síni boðað frá, at nýggir venjarar verða Milan Cimburovic og Mikkjal Thomassen.
Milan hevur virkað sum venjari í TB, VB, Royn og NSÍ, og í fjør var hann høvuðsvenjari fyri ungdómsdeildirnar í B36. Eitt starv, sum hann eisini framhaldandi fer at røkja.
Mikkjal er best kendur sum spælari, og í fleiri ár var hann partur av besta liðnum hjá B36. Í fjør spældi Mikkjal við EB/Streymi, men fyri stuttum boðaði hann frá, at hann nú setti gaggurnar á hillina. Hetta var orsakað av argandi skaðum, men hugin til fótbóltin er eftir øllum at døma ikki burtur.