Venjarin hjá TB í farna kappingarári er upp á tal sum hjálparvenjari hjá einum av høvðusstaðarfeløgunum. Talan er um B36, sum ikki hevur funnið ein avloysara fyri Fróða Clementsen.
Mikkjal Thomassen heldur fram sum venjari hjá B36. Sum skilst, so er B36 í samráðingum við Milan Kuljic, sum ein møguligan hjálparvenjara. Tað hevur ikki eydnast honum at fáa annað venjarastarv síðani tað gjørdist greitt, at hann ikki skuldi halda fram í TB.
Hann hevur verið upp á tal í 07 Vestur, men har heldur Piotr Krakowski fram sum venjari. Væntandi verður tað kunngjørt millum jól og nýggjár, um Milan Kuljic verður hjálparvenjari hjá B36.
Árstalsfelagið hevur eisini verið sett í samband við landsliðsmiðverjan, Rógva Baldvinsson. Har er fyribils einki nýtt at frætta. Sum skilst, so ynskir B36 at knýta eina miðverja afturat hópinum til komandi kappingarár.