Milan Kuljic, TB

Vit hava spurt allar venjararnar í Effodeildini, hvussu teir eru nøgdir við kappingarársbyrjan. Her svarar Milan Kuljic hjá TB

Milan Kuljic, TB:

Steypakappingin: (taptu 1-3 ímóti HB)
- Lutakastið var ikki við okkum og vit trektu HB. Vit spældu ein góðkendan dyst og eg eri væl nøgdur við dystin. Okkara ætlan var ikki at vinna, so vit gjørdu bara av at spæla fótbólt, og tað gjørdu vit gott. Vit fingu tveir kjansir í part í fyrra hálvleiki, og munurin var, at teir vóru á odda 2-0. Teir hava so nógvar royndar leikarar, at tað var ringt at gera nakað í seinna hálvleiki, so at enda gjørdi eg av at spara leikarar, sigur Milan Kuljic meðan hann bíðar spentur eftir at nýggi vøllurin á Tvøroyri verður liðugur, soleiðis at teir aftur kunnu fáa fyrimun av at spæla á heimavølli.
- Vit høvdu ongan fyrimun av heimavøllinum ímóti HB. Vit høvdu bara spælt ein dyst í Vági í ár, og tað hevði HB eisini. Eg eri væl nøgdur við okkara avrik, teir vóru bara betra liðið, staðfestir serbiski venjarin hjá tvøramonnum.
Hann vísir á, at TB serliga hevði ætlað at gera vart við seg í landskappingini, so tapið hevði ikki alt at siga.
- Eitt lið hevur tørv á 18-20 leikarum fyri at halda fokus á báðar kappingarnar, og tað hava vit ikki.

Landskappingin: (eitt stig eftir tríggjar dystir)
- Eg eri væl nøgdur við okkkara spæl, men vit burdu havt fleiri stig, so eg eri ikki so væl nøgdur við byrjanina. Vit hava tó havt eina trupla byrjan. Vit spæla væl og vit eru ávegis rætta vegin. Serliga skapa nógvar málmøguleikar. Í Runavík høvdu vit fimm stórar kjansir, men vit skora ikki mál. (taptu dystin 0-2, red.)
- Eg sóknist eftir meiri fokus og hepni í avgerandi partinum. Samanumtikið eri eg væl nøgdur við spælið, men ikki við úrtøkuna, sigur Milan Kuljic.