VB hevur á heimasíðu síni boðað frá, at Milan Kulic eisini komandi tvey árini fer at spæla fótbólt í Vági.
Og sum vera man, so er hetta eisini nakað, sum tey í Vági fegnast um. Milan taldist millum avgjørdu lyklaleikararnar, tá tað í 2000 fyri higartil einastu ferð eydnaðist VB at vinna kappingina í bestu mansdeildini. Serstakliga er tað sum sambindingarliður millum miðvøll og álop, at hann hevur sýnt gott hegni, og tað hevur eisini ljóðað, at pengasterku feløgini í høvuðsstaðnum hava ligið framvið eftir jugoslaviska spælskiparanum.
Samstundis hevur felagið boðað frá, at eitt venjaraskifti stendur fyri framman. Í ár hevur Hans Nielsen staðið við høvuðsábyrgdini av liðnum, men hann hevur saman við familjuni gjørt av at flyta norður um Suðuroyarfjørð aftur, og so ber ikki til at vera venjari í Vági. Eisini er greitt, at hjálparvenjarin, Jón Hansen, flytir aftur til Noreg í heyst, og soleiðis verður hann heldur ikki partur av ætlanunum hjáVB fyri komandi ár.
Sagt verður, at felagið í eina tíð hevur verið kunnað um hetta, men at eingin sáttmáli enn er skrivaðu við nakran venjara.