Pallborð um politisku støðuna í annaðkvøld

- Skift verður orð um nøkur av háaktuellu málunum, sum eru orsøk til, at tað brýtur í bæði borð hjá sitandi samgongu, sigur Frihedsbrevet.

- Sjáldan hevur verið meiri átrokandi við einum politiskum pallborðsfundi enn júst nú. Tí hevur Frihedsbrevet boðsent øllum politisku forfólkunum til forfólkaumfar.

 

Soleiðis skrivar Frihedsbrevet í tíðindaskrivi í dag.

 

- Tilvildin vil tað eisini soleiðis, at tað stundar til, at tað er eitt ár síðan, at valið var - og eitt ár síðan, at Frihedsbrevet sá dagsins ljós í Føroyum. Við øðrum orðum er eingin orsøk til ikki at koma saman til lívligt kjak.

 

Í tíðindaskrivinum verður sagt, at skift verður orð um nøkur av háaktuellu málunum, sum eru orsøk til, at tað brýtur í bæði borð hjá sitandi samgongu.

 

- Forfólkini í øllum flokkunum hava boðað frá luttøku. Tí vera tað Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Ruth Vang úr Framsókn, sum fara at kjakast hetta kvøldið.

 

Frihedsbrevet sigur, at tiltakið byrjar í annaðkvøld 19.30 og verður hildið í BláBar í Niels Finsensensgøtu 23 í Havn.