Sunda Byrsufelag hevur havt ársaðalfund, og nýggj nevnd varð vald. Í nevndini sita nú Michael Dalbø, formaður; Marius Joensen, næstformaður; Rúni Debes, peningarøkil; Jóanes Joensen, nevndarlimur og Robert Hansen, nevndarlimur. Magni Dam og Áslakkur Johannesen eru tiltakslimir.
Sunda Byrsufelag hevur skjótibreyt millum bygdirnar Norðskála og Svínáir. Í fyrstu atløgu verður vant mikukvøld klokkan 19:00 og leygarmorgun klokkan 10:00. Talan er um skeet-skjóting, og øll áhugaði eru vælkomin at royna seg.
-hkm