Mikudagin verður avdúkað hvør skal hava kærleikskúluna í ár
Tað eru tey í Dugna, sum fyri átta árum síðani tóku stig til at heiðra eitt serstakt menniskja við eini Kærleikskúlu, sum hvørt ár hevur verið sniðgivin av einum av okkara fremstu listafólkum.
Og mikudagin verður so almannakunngjørt, hvør tað er, sum hevur sniðgivið Kærleikskúluna hesa ferð, og tá verður so eisini avdúkað, hvør fær hana.
Á hátíðarløtuni fer Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálaráðnum, at flyta fram røðu og Ása Olsen, fer vegna stýri fyri Dugna, at heiðra eitt fólk, ið er ein virðilig fyrimynd hjá okkum øðrum.
- Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði, kærleika og vinalag, siga tey.
- Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla, ið ber brá av kærleika og góðsku. Kúlan er hondgjørd, og av tí sama eru ikki tvær kúlur, sum eru púra líka.
- Hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini, siga tey í Dugna.
Upplagið er avmarkað, og allur peningurin, sum kemur inn, fer til at styrkja um arbeiðsførleikar hjá fólki við skerdum førleikum.