Mikudagin sendir FM1 beinleiðis úr Vága kommunu í fýra tímar

Sent verður beinleiðis millum klokkan 13 og 17 í morgin

Í morgin verður ein longri sending úr Vága Kommunu, har FM1 sendir beinleiðis millum klokkan 13 og 17.

 

Hetta verður seinasta Vága-sendingin á FM1 í hesum umfarinum.

 

Í sendingini í morgin fer reportarin at reika kring Vága Kommunu.

 

Prátað verður m.a. við borgarstjóran í Vága kommunu, Bjarna Prior, Herborg H. Gaardlykke um hennara unga lív í politikki, umboð fyri Klima, Oilwind, Smiðjuna og Kransakøkur.fo um teirra virksemi.

 

 Prátað verður eisini við Hans Jørgensen um tiltakið, ið verður í Miðvágs kirkju mikukvøldið, har tey fara at minnast skaldini, Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen.

 

FM1 vitjar eisini ríðihøllina, sum er í gerð og skal tekjast í vikuskiftinum. Har verður prátað við Regin Poulsen.

 

Eisini vitjar sjónleikarin, Búi Dam til eitt prát um leikin "Lykkenborg".

 

Pláss verður eisini til onnur prát hesar fýra senditímarnar.

 

Ein góður vinningur verður eisini at vinna í sendingini. Tað er FK í Miðvági, sum letur eina kurv við ymiskum søtum og minni søtum í.

 

FM1 hoyrist á 93,7 MHz í Vága Kommunu.

 

Øll hoyra FM1 á www.fm1.fo