Mikudagin kemur jólamaðurin til Havnar

Tíðindaskriv

Aftur í ár fekk borgarstjórin í Havn hjálp frá sløkkiliðinum, jólamonnum og smáum jólanissum, tá hann skuldi tendra jólatræið. Men jólamenn, vætrar og smáar nissur hava nógv at gera uppundir jól, so tey skundaðu sær eim aftur, at fáa gávurnar lidnar til jóla, so einki verður jólatrøll.
Í barnaútvarpinum stríðast børn og vætrar við at bjarga jólastjørnuni. Í hulduheygjum eru næstan allar gávur lidnar, og vættrar pakka og pakka, so jólamenninirnir sleppa avstað áðrenn jólaaftan.
Jólamaðurin í Havn hevur sent boð eftir jólaskipinum og sagt frá, at teir skulu koma mikudagin, tí hann ætlar sær at koma í Vágsbotn mikudagin kl. 17. Tað er nakað seint og myrkt tá, men hann má bíða til børnini koma úr skúla og barnagarð, so tey kunnu koma oman og taka ímóti honum saman við jólamonnunum, ið búgva í Húsareyni og Kirkjubøreyni.
Leygardagin ætla teir seg runt um allan býin, tað er so langt og teir eru gamlir, so tí hava teir lænt ross, so teir koma á rossabaki oman á Kongabrúnna, áðrenn teir ríða allan vegin útum gamla kirkjugarð.
Jólahúsið stendur í Grasagarði, skúlabørn spæla har, og tey hava lovað at ansa væl eftir húsinum. Jólamenninir hava hoyrt, at har verður livandi krubbuspæl í Grasagarði, tá teir koma. Jú teir gleða seg at koma til Havnar at heilsa uppá børnini. Kanska eru børn, sum eru komin gjøgnum undirsjóvartunnilin, - teir halda tað verða spennandi, at tað ber til at fara undir eitt sund og koma upp hinumegin.
Annars so fara teir at ganga runt í býnum allar dagarnir til jóla og heilsa uppá fólk. Tað verður næstan sum á ólavsøku, her eru so nógv, sum eru heima at ferðast og halda jól, eisini tey fara oman í býin at hitta kenningar, fáa sær ein heitan munn og lurta eftir jólatónleikinum, sum verður hvønn dag fram til jólar. Og sjálvandi hava jólamenninir posan fullan av góðgæti.
Handlarnir í býnum hava eisini leingi glett seg til at teir koma. Teir hava pyntað og fyrireikað seg til, at allir jólagestirnir, stórar og smáar nissur av bygd og úr býi, koma, tí tað er ein serligur hugni og góðvild á jólum. Fólk steðga á og práta, og tey ynskja hvørjum øðrum gleðilig jól og eru glað. Og so er so vakurt pyntað, ja býurin er vakrari enn nakrantíð, halda vit.
Her úr miðbýnum ynskja vit eisini øllum eini gleðilig jól.