Miklagarður afturkallar vørur

Pylsur, sum eru seldar í Miklagarði eru skornar við somu maskinum sum pylsur frá Jørn A. Rullepølse. Tí verður vøran afturkallað

Pylsur, sum eru seldar í Miklagarði eru skornar við somu maskinum sum pylsur frá Jørn A. Rullepølse. Tí verður vøran afturkallað.

 

Spor av listeria eru funnin í vørum frá Delika Hammel A/S. Tí verða tær afturkallaðar í Miklagarði.

 

Í síðstu viku afturkallaði Miklagarður í samráð við Delika Hammel A/S fleiri vørur. Fødevarestyrelsen hevur kannað hesar vørur og hevur ikki funnið fram til nakað ivasamt, men spor av listeria funnin í umhvørvinum við skeriøkið hjá Delika.

 

Í hesum sambandi hevur Miklagarður valt at afturkalla nakrar vørur afturat frá Delika.

 

Talan er um hesar vørur:

 

2 pakkar - Skorin Hamburgarryggur

3 pakkar - skorin Oksabringa


1 pakki - Skornari Luksus spegipylsa

1 pakki - Skorin Roykt fillet

1 pakkiSkorin Oksaspeigipylsa við osti og oliven
– pakkidato er frá 8. august til 19. august 2014

 

Vørurnar eru pakkaðar á ein svartan plastikbakka – allar hava somu strikukotu – 2060000021953 og Miklagarðs-etikett
 er á.

 

Úr Miklagarði verður sagt, at Delika A/S kann ikki útiloka, at tað er hend ein ‘krydskontaminigering’, tá ið man hevur skorið Delika vørur og svínarullupylsur frá Jørn A. Rullepølser A/S., tí Delika A/S hevur brúkt somu tól at skera bæði viðskera frá Jørn A. Rullepølser A/S og egnar vørur.

 

Delika hevur ikki fingið nakra áheitan ella forboð frá matmynduleikunum, men vil fegin vera fyrivarin fyri at tryggja einstaka kundan.

 

Tískil verður hett á kundarnar um at tveita vørurnar frá Delika A/S burtur ella lata tær inn aftur í Miklagarði og fáa peningin aftur.

 

– Vit skulu strika undir, at ongar vørur frá Jørn A. Rullepølser A/S eru seldar í Miklagarði, siga tey í Miklagarði, sum heitir á fólk um at tveita hendan matin burtur, ella lata vøruna inn í Miklagarði og fáa peningin aftur.