Mikladals Kommuna er ódemokratisk

    

Abraham Mikladal
???????????????

Bygdaráðsformaðurin Markus í Norðnastovu, greiðir føroya fólki frá, at tað er best at avgerðir verða tiknar so langt frá borgarnum sum gjørligt. Grundgevingin er at tað tænur demokratinum best.

Hetta er heilt burturvið og tað veit bygdaráðsformaðurin eisini. Men hann ber hetta fram fyri at rættvísgera ein ódemokratiskan atburð. Ætlanin er nú at leggja Mikladals Kommunu saman við Klaksvíkar Kommunu, men eingin fólkaatkvøða skal vera um spurningin. Borgarnir í kommununi skulu ikki fáa høvi til at siga sína hugsan í hesum avgerðandi máli.
Hví ynskir bygdaráði í Mikladals Kommunu eina samanlegging nú og uttan eina fólkaatkvøðu?
Orsøkin skal finnast í, sum Pól Sundskarð, bygdaráðsformaður í Svínoyar Kommunu so greitt segði tað í sendingini Heimabeiti, at sitandi bygdarráð, við síni ódemokratisku atferð, millum annað í skúlamálinum á Trøllanesi, er komi sær so lort í býin at tey ikki tora eitt nýtt kommunuval og tí vilja leggja saman við Klaksvíkar Kommunu áðrenn valið í heyst. Men ikki bara tað, tey tora heldur ikki at lata borgarnar í kommununi siga sína meining um samanleggingina við eini fólkaatkvøðu.
Hetta er sera ódemokrat-iskur atburður og hevur als einki við demokrati og nærdemokrati at gera. Mær vitandi hava allar kommunurnar, sum higartil hava lagt saman, gjørt tað við fólkaatkvøðu. Alt annað er óhoyrt.
Klaksvíkar Kommuna eigur ikki at góðtaka slíka framferð. Hæler og stjæler får samme løn.
Klaksvíkar Kommuna má seta sum treyt fyri samanlegging at fólka-atkvøða verður hildin í Mikladals Kommunu.
Tað er einki løgfrøðiligt krav at fólkaatkvøða skal verða tá kommunur leggja saman, men í sendingini "Heimabeiti" um júst hetta at leggja kommunurnar í Norðoyggjum saman, kom heilt greitt fram at ALLIR bygdaráðsformenninir uttan hann úr Mikladals Kommunu søgdu at teir vóru ikki valdir til at leggja saman. Teir mettu at borgararnir, fólkini í kommunum, skuldu avgerða hetta, við fólkaatkvøðu ella við eitt kommunval har spurningurin um samanlegging var høvðustemaið.
So bygdarráði í Mikladals Kommunu stendur púra einsamalt í hesum málið. Enn einaferð vísa tey at tey ikki hava skilt hugtakið demokrati og als ikki nærdemokrati.