Mikladals kirkja sum nýggj

Fyrsta sunnudag í advent letur Mikladals kirkja upp aftur, eftir at hava verið stongd í gott eitt ár. Í hesum tíðarskeiði hevur gudstænasta verið hildin í skúlanum

Tað eru gjørdar umfatandi umvælingar. Gólvið er skift, nýggir beinkir, nýtt timbur á veggirnar, vindeyguni eru nýggj og annað. Kirkjan er eisini málað bæði innan og uttan.

Í sambandi við, at kirkjan er liðugt umvæld, verður hátíðargudstænasta sunnudagin 27. november klokkan 12.00. Bæði bispur og dómpróstur luttaka saman við sóknarprestinum á staðnum og øðrum.

Bussur koyrir av Syðradali í samband við hátíðarhaldið, og eftir gudstænastuna vera øll boðin til ein bita í avhaldshúsinum.