Mikkjal: Vit orkaðu betur enn NSÍ

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ seta orð á enn ein stórsigur ímóti NSÍ á heimavølli

- Fysiskt er vit omaná allan dystin. Vit eru dugnaligari í spælinum um nærdystirnar, og vit síggja út til at hava nógv størri renniorku enn teir. Og so vóru vit kanska betri skipaðir til annan bóltin, uttan at fornerma NSÍ-arnar. Har haldi eg, at vit fingu tingini at eydnast, sum vit vildu hava tað. Orðini eigur høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná 4-0 stórsigurin hjá KÍ yvir NSÍ á norðoyastevnu í Klaksvík í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði á Rás2 við Mikkjal Thomasen aftaná dystin.

 

Mikkjal Thomassen hevur bæði beinini væl plantaði á landjørðini, og minnir á, at enn eru bara 13 umfør eru farin av landskappingini. Hann fegnast um ótrúliga avrikið hjá málrevinum, Jóannesi Bjartalíð, men hann slær fast, at tað er alt liðið, sum stríðist og arbeiðir fyri sakini.

 

Hann dylur tó ikki, at hann so hjartaliga unnir klaksvíkingum at verða í hesari støðuni, sum teir ikki hava roynt áður í hesari øldini.