Mikkjal venjari hjá B36 í 2013

Tað er nú greitt, at høvuðsvenjarin hjá B36 framvegis eitur Mikkjal Thomassen, skrivar heimasíðan hjá felagnum í dag.

 

Mikkjal Thomassen hevur sáttmála við B36 fyri komandi kappingarár, men eftir eitt hart ár fyri felagið hevur Mikkjal biðið um umhugsingartíð um hann skal halda fram. Ta avgerðina hevur hann nú tikið.

 

- Hóast stigatalvan í fjør kundi sæð vakrari út, so hava vit í felagnum verið serstakliga væl nøgd við tað, sum Mikkjal hevur avrikað. Sjálvur ynskti Mikkjal tó at fáa nakrar vikur at umhugsa seg í, tá kappingin var av, og hesum vildu vit fegin ganga á møti. Vit hava tí bíðað eftir svari frá honum, áðrenn vit tóku nøkur onnur stig, og nú hevur Mikkjal tikið støðu um at halda fram. Og tað eru vit serstakliga væl nøgd við, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36.

 

Tá Mikkjal saman við John Petersen tók við venjarastarvinum í 2011, skrivaðu partarnir undir ein trý-ára sáttmála. Ein sáttmáli, sum tó innihelt ein klausul um, at venjararnir kundu velja at steðga samstarvinum.

 

- John gav okkum boð í góðari tíð, tá hann fór í barnsburðarfarloyvi, men ætlanin hjá okkum hevur alla tíðina verið, at talan í minsta lagi varð um trý ár við somu venjarum, sigur formaðurin í B36.

 

Árstalsfelagið hevur mist fleiri leikarar frá í. Millum annað Jonas Flindt Rasmussen og Atla Danielsen, umframt at Lukasz Cieslewicz hevur fingið frítt at finna sær nýtt felag hóast hann hevur sáttmála. Sum skilst, so arbeiðir B36 við eini loysn so ársins leikari 2011 kann halda fram í felagnum.

 

Bárður Olsen og Gunnar Zachariasen hava millum annað spurt seg fyri í HB, og tí er ósannlíkt, at teir halda fram. Keldur siga, at Gunnar Zachariasen skiftir til EB/Streym.