Um vikuskiftið hevur KÍ longt sáttmálan við venjaran, Mikkjal K. Thomassen. Hann hevði frammanundan sáttmála fram til og við kappingarárið 2019. Nú er sáttmálin longdur við einum ári, so at sáttmálin er galdandi fram til 2020, skrivar Norðlýsið.
- Vit eru sera væl nøgdir við arbeiði, sum Mikkjal hevur gjørt fyri felagið. Vit ynskja eisini stabilitet og hyggja fleiri ár fram. Tað fáa vit við hesum, sigur Tummas J. Lervig, formaður í KÍ við Norðlýsið.
Mikkjal K. Thomassen hevur verið venjari hjá KÍ síðani 2015. KÍ liggur í løtuni á triðja plássi í Betri deildini hjá monnum.