Mikkjal: Tórsvøllur var ein torførur útivøllur

(Frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá KÍ heldur seg hava vunnið enn ein tungan sigur í kvøld

- Hetta er ein tungur vøllur at spæla á. Orðini eigur Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ aftaná hann hevði sæð sínar spælarar vunnið 2-1 á Skála á bráðfeingis heimavøllinum hjá Skála, Tórsvølli. Mikkjal Thomassen undirstrikaði eisini, at tað er ikki uttan orsøk, at KÍ hevur valt sær ovara vøll í Gundadali, og ikki Tórsvøll, sum heimavøll í Europa League undankappingini.

 

Mikkjal Thomassen er fegin um 2-1 sigurin á Skála, men heldur, at talan er um enn ein tungan sigur hjá KÍ, har klaksvíkingar eru noyddir at arbeiða hart fyri sigrinum. Hann bleiv sjálvur eitt sindur kløkkur av góðu byrjanina, har KÍ kom á odda 2-0 aftaná bert átta minuttirs spæl. Restin av dystinum prógvaði tó, at tað bleiv júst so torført, sum Mikkjal Thomassen hevði væntað, at tað bleiv.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði beinleiðis á Rás2 við Mikkjal Thomassen aftaná 2-1 sigurin hjá KÌ, sum er einsamalt oddalið við 25 stigum.