Pætur og AMO hildu fast í oddasessinum við stórsigri

AMO fekk góða upptakt til toppuppgerðina komandi mikukvøld

Kapprenningin í næstbestu svensku hondbóltsdeildini um at tryggja sær fyrsta plássið stendur millum liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni, AMO og Karlskrona.

 

Undan oddauppgerðini millum AMO og Karlskrona í Alstermo komandi mikukvøld klokkan 18 hevur AMO munin.

 

AMO vann í dag stórsigur 26-17 á AIK á útivølli í Solna uttanfyri Stokkhólm. Í steðginum var AMO á odda 12-10.

 

Í stuttari viðmerking sigur Pætur: - Eg skoraði tvey mál í dag, og stóð væl í verjuni. Mikukvøldið hava vit seinasta heimadystin undan jólaferiuni og landsliðssteðginum. Dysturin verður móti Karlskrona, og hevur vinnarin av tí dystinum góðar møguleikar at flyta beinleiðis upp í bestu deildini komandi kappingarár. 

 

AMO er fremst í deildini við 25 stigum. Karlskrona er næstfremst við 24 stigum. AMO er einasta ósigraða liðið í deildini.