##med2##
KÍ datt fyribils niður á fjórða plássið aftaná 0-1 ósigurin fyri NSÍ við Løkin í Runavík. Sigursmálið skoraði Klæmint A. Olsen tá 28 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki.
NSÍ er á øðrum plássi við 60 stigum, B36 hevur 59 stig og KÍ hevur 58 stig. KÍ hevur tó ein útsettan dyst móti AB komandi mikudag klokkan 17. Leygardagin spælir NSÍ móti B36 á Tórsvølli, og KÍ tekur móti HB.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen staðfestir, at HB fult uppiborið hevur vunnið FM-heitið. Mikkjal heldur, at hansara menn stríddust væl í dag, men NSÍ arbeiddi væl, og møtti KÍ høgt uppi á vøllinum.
Nú mugu Mikkjal og hansara menn hava fult fokus á uppgávuna at knógva annað plássið heim, ið gevur rætt til at spæla Europa League fótbólt komandi summar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Mikkjal Thomassen aftaná 0-1 tapið fyri NSÍ við Løkin í Runavík.
HER ber til at hoyra Sjúrð siga frá sigursmálinum hjá Klæminti A. Olsen. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við Klæmint aftaná dystin.