Ársins leikari 2023 hevur skrivað undir nýggjan sáttmála. Tað skrivar EB/Streymur í kvøld.
21 ára gamli verjuleikarin Mikkjal Samuelsen Hellisá leikti 29 dystir og næstflestar minuttir fyri okkum í 2023 og er nú komin uppá samanlagt 95 dystir fyri betriliðið, skrivar EB/Streymur.
í 2019 bleiv evnaríki verjuleikarin kosin ársins stjørnuskot í felagnum, og á ársveitsluni í ár bleiv hann valdur til ársins leikara í felagnum eftir eitt sera gott ár.
Vit gleðast um, at Mikkjal hevur valt at halda fram og gleða okkum til komandi ár, skrivar EB/Streymur í kvøld.