Mikkjal helt frí

Mikkjal Thomassen tók ikki lut í venjingini týsdagin, men sjálvur staðfesti hann tó greitt, at talan ikki er um nakrar stórvegis trupulleika.- Eg havi verið eymur í hælsinuni í longri tíð, og tí hildu vit, at tað var betri við hvíld í dag. Men eg ivist onga løtu í, at eg eri tøkur í morgin, sigur Mikkjal.