Mikkjal Helmsdal nýggjur rektari í Hoydølum

Nýggjur rektari í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum settur

Tíðindaskriv

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur í dag sett Mikkjal Helmsdal í starv sum rektara í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.

Mikkjal Helmsdal er 42 ára gamal og ættaður úr Tórshavn. Hann hevur cand. mag. prógv í leiklistarfrøði og norðurlendskum bókmentum frá Universitetinum í Århus. Harumframt er hann um at verða liðugur við masterútbúgving innan leiðslu á Robert Gordon Universitet.

Í løtuni starvast Mikkjal Helmsdal sum verkætlanarleiðari hjá Vinnuframastovuni, og sum tímalærari í Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.

Mikkjal Helmdsal hevur royndir innan leiðslu og fyrisiting. Frá 1997 ? 2001 var hann stjóri í NIPÅ (Nordens Institut på Åland), stovnur undir Norðurlandaráðnum, og frá 2001 ? 2004 var hann stjóri í Sjónvarpi Føroya.