Mikkjal: HB var kyniskari enn vit

(FM1) Hoyr Mikkjal Hentze hjá AB seta orð á 0-3 tapið ímóti HB á útivølli í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Hentze hjá AB aftaná AB hevði tapt 0-3 ímóti HB á útivølli fyrr í dag.

 

Mikkjal Hentze iðrar seg um, at AB ikki tók av málmøguleikunum teir spældu seg til tíðliga í fyrra hálvleiki, tá AB hevði intiativið í dystinum.

 

- Teir eru kyniskir, staðfestir Mikkjal Hentze um HB, ið var effektivari á degnum.

 

Spurdur um AB satsar uppá næstniðasta plássið og, at B68 ikki flytur upp í Betrideildina svarar Mikkjal Hentze, at tað er ikki nakað sum hann og liðfelagarnir tosa um ella satsa uppá. Flytur AB niður verður fokuserað uppá at byggja upp av nýggjum.

 

HERber til at hoyra frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum hjá HB, og samrøðuna Tróndur hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson.