Hóast hann ikki hevur verið aktivur í fremstu røð øll árini, so hevur nú 33 ára gamli Mikkjal Thomassen verið ein av mest markantu spælarunum í føroyskum fótbólti seinnu árini.
Soleiðis hevur hann seinastu fýra árini vunnið tvey FM-heiti, tvey Løgmanssteyp, verið við til at spælt seg víðari í bæði UEFA-Cup og Champions League, umframt at hann á heysti 2006 loksins slapp at royna seg á A-landsliðnum, eftir at ein mest sum ótýðandi træta millum hann og táverandi landsliðsvenjaran, Allan Simonsen, í 1997 tóktist hava steðga honum á landsliðnum.
Seinastu tvey árini hevur ein eym hælsina tó argað rættiliga nógv, og í fjør gjørdist talan langt ífrá um so nógvar minuttir á vøllinum, sum Mikkjal sjálvur kundi hugsað sær. Og hetta ger nú, at hann setir gaggurnar.
- Eg hevði væl tímað at spælt meira. Men eg vil ikki halda fram undir teimum fortreytum, sum eg stríddist ímóti í fjør, og so er tað kanska best bara at gevast heilt, sigur Mikkjal Thomassen, sum í morgun gav venjarum sínum í EB/Streymi og Jens Martin Knudsen, ið má metast sum virkandi landsliðsvenjari, boð um, at hann ikki longur er virkin á hægsta stigi innan føroyskan fótbólt.