Klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Argjum, har AB fær vitjan av KÍ.
KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen, hevur í kvøld fleiri lyklaspælarar á beinkinum, meðan onkrir, sum hava verið nógv á beinkinum, í kvøld fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu.
Liðformaðurin Jákup B. Andreasen, ársins spælari í fjør og toppskjúttin higartil í ár, Jóannes Bjartalíð, og veteranurin og stríðsmaðurin Páll A. Klettskarð sita allir á KÍ beinkinum. Aðrir á KÍ beinkinum eru Ólavur Niclasen, Børge Petersen og Steinbjørn Olsen saman við eykamálverjanum Geza Turi.
Ein stór broyting á AB liðnum er, at Jasper Van Der Heyden, sum var sera eyðsýndur á Skála hósdagin, í kvøld er á beinkinum saman við eitt nú Adeshina Lawal. Hinir á beinkinum eru Bjarti Vitalis Mørk, Jónas Stenberg, Jón Krosslá Poulsen og Rógvi Skála.
AB – KÍ kl. 19.00
Dómari: Dagfinn Forná
AB: Silas Eyðsteinsson – Tróndur J. á Høvdnum, Sørin Samuelsen, Bjarni Skála, Ásbjørn Heðinsson – Tóki á Lofti, Jákup Pauli Breckmann, Bartal S. Petersen, Ragnar Rasmussen – Janus Svabo Samuelsen – Bjarki C. Nielsen
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Odmar Færø, Ísak Simonsen – Boris Dosljak, Alessio Hyseni, Deni Pavlovic, Jonn Johannesen – Patrik Johannesen, Ole Erik Midtskogen