Svenski bólkurin hjá SIC sangaranum Mikkjal Gaard Hansen, Massdistraction, gevur í dag kykmyndalag út við tittullagnum av fløguni Follow the Rats
Mikkjal, ið brakaði inn á tungmálmspallin við bólkinum Krit, hevur við SIC gjørt um seg bæði úti og heima. Seinast umboðaðu teir Føroyar í Wacken Metal Battle á Wacken festivalinum í fjør.
Við síðurnar av virkseminum hevur Mikkjal seinastu árini fingist við leiklutin sum oddamaður í svenska tungmálmsbólkinum Massdistraction. Í 2011 spældu teir iinn fløguna “Follow the Rats”, tað var tó ikki fyrr enn í august í fjør, at bólkurin gav hana út í Svøríki. og 28. januar kom hon út altjóða á danska plátufelagnum Mighty Music. Í hesum sambandi hevur bólkurin gjørt eitt kykmyndalag við tittulagnum.
Hygg at lagnum omanfyri.