Mikkjal er longu í kvøld farin til arbeiðis aftur

Næsta vika verður heilt stór vika fyri føroysku feløgini í europeisku kappingunum

Hóskvøldið fimti juli 2019 fer í søguna sum eitt av stóru føroysku kvøldunum í europeiskum fótbólti.

B36 hevur við samantaldum sigri ímóti St Joseph´s á Gibraltar spælt seg víðari í næsta umfar. Mótstøðuliðið verður OFK Titograd úr Montenegro. Fyrri dysturin verður í Gundadali um eina viku, og seinni dysturin verður í Montenegro í aðru viku.

Bæði í Gundadali og í Gibraltar endaði tað 1-1. So var neyðugt við longdari leiktíð. Eftir tvær ferðir eitt korter longda leiktíð var støðan tann sama, og so varð alt avgjørt í brotssparkskapping. Har var B36 væl stinnari. Heimamenninir misnýttu tvey brotsspørk, meðan B36 umsetti fýra brotsspørk til fýra mál og harvið 4-2 sigur í brotssparkskappingini.

-Eg eri ovurfegin, tí spælararnir vístu, at teir høvdu hetta uppiborið. Ferðin til hús aftur verður nú sera hugalig, og vit fara beinanvegin, tá ið vit koma til hús aftur, at fyrireika okkum til næstu avbjóðingina, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Heimadysturin hjá B36 verður hósdagin klokkan 18.00.

 

KÍ vann í kvøld 2-1 á heimavølli í Gundadali ímóti Birkirkara av Malta. Samanlagt vann KÍ 3-2. Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at klaksvíkingar vinna seg víðari í europeiskari kapping.

Millum ellivu og tólv hundrað KÍ fjepparar vóru eygnavitni til søguliga avrikið í Gundadali, og um fimm dagar vera teir ivaleyst – og kanska fleiri enn so – aftur at síggja í høvuðsstaðnum.

 

KÍ venjarin Mikkjal Thomassen er ovurfegin:

-Vit høvdu tak á støðuni alla tíðina, og hóast tað síðstu lítlu løtuna kendist eitt sindur av órógv, so megnaðu vit at rætta uppá tingini.

KÍ skal nú spæla ímóti Zalgiris úr Kaunas í Litava. Fyrri dysturin verður longu týsdagin, tá ið KÍ eigur heimavøll.

-Vit hava brúkt alla okkara megi á at hava fokus á avbjóðingini ímóti maltesiska liðnum, og harvið havt umstøður at hugsa um tað, sum nú bíðar. Longu í kvøld fari eg undir fyrireikingarnar at spæla ímóti Zalgiris. Vit kenna lítið til hetta liðið, men eg havi varhugan av, at tað ikki er heilt ómøguligt hjá okkum at bjóða teimum av, sigur KÍ venjarin, sum altso longu í kvøld er farin undir at kanna næsta mótstøðuliðið fyri at vita, hvussu hansara lið skal takla avbjóðingina.

Heimadysturin verður í Gundadali týskvøldið klokkan 18.00.

 

Næsta vika verður heilt stór Europa vika hjá føroysku feløgunum. Týskvøldið fer Víkingur at spæla í Champions League. Tað verður ímóti HJK Helsinki. Heimadysturin verður á Svangaskarði týskvøldið klokkan 19.00

 

Í næstu viku verður eisini NSÍ partur at Europa League. Hóskvøldið klokkan 19.45 skal NSÍ spæla á útivølli ímóti Hibernian í Edinburgh.